Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ missur útlendskan leikara eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

Eyðsýndur leikari á NSÍ liðnum verður ikki við eftir summarsteðgin.

Eyðsýndur leikari á NSÍ liðnum verður ikki við eftir summarsteðgin.

Talan er um danska verjuleikaran Tobias Olesen. 21 ára gamli verjuleikarin hevur fyri tað mesta spælt sum høgri bakkur og har hevur hann verið sannførandi.

– Eftir ætlan, so fari eg til Danmarkar eftir at NSÍ eru lidnir við at spæla í Europa League, sigur Tobias Olesen við Norðlýsið.

NSÍ hevur frammanundan ein høgra bakk í Bárði J. Hansen, sum tó í NSÍ fyri tað mesta hevur spælt longri frammi á vøllinum. Hann er upplagdur sum avloysari fyri Tobias eftir summarsteðgin.