Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róðurin á Sundalagsstevnu verður mikukvøldið 28. juni

Jákup Ósá

Nú er endaliga avgjørt, nær útsetti róðurin á Sundalagsstevnu í Hósvík verður. 

RSF boðar í kvøld frá, at róð verður mikukvøldið 28. juni.

Rsf.fo skrivar soleiðis: 

RSF, fyriskiparin – Hósvíkar Róðrarfelag og høvuðsdómararnir og hava í dag skift orð um, hvat eitt møguligt alternativ til týsdagin er, so atlit verða tikin til so nógvar rógvarar sum møguligt. Niðurstøðan er at flyta róðurin, so róðurin verður mikudagin 28. juni. Starttíðirnar fyri teir ávísu róðrarnar koma seinni í vikuni, men byrjað verður við barnaróðrinum kl. 18.00

Tilmeldingarnar eru tær somu sum til upprunaliga róðurin, men um onkur manning ikki fer at luttaka tann ásetta dagin, verða biðin um at siga frá hesum á vanligan hátt.

Vit harmast um tað órógv hetta hevur ført við sær og vóna, at hetta kann skapa frið aftur um róðurin.