Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guns N Roses spælir á Friends Arena sama kvøld

Jákup Ósá

Tað er ivasamt, um KÍ fær spælt sín útidyst í Stockholm hóskvøldið 29. juni .

Um spælast skal á vanliga heimavøllinum hjá AIK, sum er Friends Arena, so ber neyvan til at spæla 29. juni, tí tá hevur Guns N Roses konsert á sama leikvølli. Friends Arena er sera framkomin og nýggjur leikvøllur, sum eisini verður brúktur til nakrar av størstu konsertunum í Svøríki. 

Keldur hjá Norðlýsinum siga, at ein møguleiki er, at dystirnir vera býttir um, so at KÍ kemur at spæla heimadystin fyrst. 

Friends Arena tekur yvir 50.000 áskoðarar. Nevnast kann, at Europa League finalan millum Ajx og Manchester United fyrr í ár var spæld á hesum vølli. Enn er tó ógreitt, um KÍ fær møguleikan at spæla her.