Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Heimavirki fyllir 35 ár og bjóðar kaffi og køku kl. 14 í morgin

Tíðindaskriv

Norðoya Heimavirki byrjaði virksemi sítt í 1982. Frammanundan tí, í desember 1981, hevði fundur verið, har avgerð varð tikin um at stovna heimavirki í Norðoyggjum. Eini 120-130 limir eru í felagnum, flestu úr Norðoyggjum, men eisini eru nakrir limir uttanfyri Norðoyggjar

Norðoya Heimavirki hevur øll árini selt heimavirkaðar vørur frá sínum limum. Seinastu árini hevur heimavirkið lagt seg nógv eftir at selja minnislutir ella tinganest til ferðafólk. Ymiskt er, hvat ferðafólk hyggja eftir, tá tey koma á gátt, so nógvir ymsir lutir eru á goymslu. T.d. keypa týsk ferðafólk ikki stórar lutir, men teimum dáma væl at keypa postkort. Amerikonsk ferðafólk eru meira áhugað í lutum, ið hava okkurt føroyskt á. Tað kann vera snapsagløs ella fingurbollar, keppar ella blusur. Eisini eru tey áhugað í heimavirkaðu vørunum og kanska serliga, um veðrið er ráligt.

Afturat heimavirkaðum vørum og minnislutum, selir Norðoya Heimavirki eisini tógv og troyggjur frá Navia og Snælduni. Og sjálvandi eisini stokkar og uppskriftir til tógvið.

Nú 35 ár eru liðin tann 21. juni, síðani virksemið byrjaði, ynskir Norðoya Heimavirki at halda dagin tann 22. juni. Í morgin verður bjóðað kaffi og køka í handlinum, frá kl. 14. Onkur góð tilboð vera eisini, og tey halda áfram vikuna út.

Vit gleða okkum og vóna at nógv fólk kemur á gátt, at halda dagin saman við okkum.