Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Núpur til fiskiskap í kvøld

Oliver Joensen

Í kvøld fer línuskipið Núpur til fiskiskap. John Kári Jacobsen, skipari á Núpi sigur, at teir fara undir Eystur Grønland at royna. Vit hava eina kvotu har, sum loyvir okkum at fara vestur aftur.

Seinasta túr høvdu vit 170.000 pund. Vit høvdu kanska ikki líka stóra nøgd, sum onkrir aðrir, men vit lógu á einum øki, har vit fingu sera stóran og góðan tosk, so eg valdi tá ikki at flyta. Hetta gjørdi at túrurin hjá okkum royndist bara væl peningaliga.

Tá vit royna undir Eystur Grønlandi á ísfiskaveiðu, so er siglitíðin somikið long, at vit hava bert einar 9 dagar at royna í. Tí er umráðandi at gott veður er, tá vit byrja at royna. Seinasta túr haldi eg at bátarnir bíðaðu einar tveir dagar áðrenn teir settu, so vit valdu eisini at bíða tá. Tá so veðrið blíðkaði fiskaðu vit hvønn dag.

Hetta eru viðurskiftini vit liva undir har og tað sama verður galdandi hendan túrin. Seinasta túr vóru vit norðuri á umleið 65 stigum og eg rokni við at vit fara at vera har á leið hendan túrin eisini.

Vit ynskja teimum á Núpi góðan túr.