Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskaklettur 58.000 pund eftir fimm døgum

Oliver Joensen

 Tað hevur verið nógv at fingið í vár, og tað, sum fari er av árinum er tað besta til fiskiskap eg veit um í nógv, nógv ár, sigur Jógvan Petersen av Viðareiði, sum er skipari á Fiskakletti.

Eystanfyri er eitt øgiligt lív á og í sjónum. Allir teir skipararnir á partrolarum og trolarum siga tað sama. Fiskurin er eisini sera væl fyri og í góðum standi, so várið og tað, sum fari er av árinum hevur roynst stak væl.

Sum sagt, so avreiður Fiskaklettur í dag 58.000 pund til NFCS og Jógvan Petersen, skipari roknar við, at teir fara aftur til fiskiskap í morgin.