Nú summarið er byrjað, vilMBF heita á matstovur, kaffistovur, festivalar og tey, ið annars skipa fyritiltøkum t.d. summarstevnum og ítróttartiltøkum at hugsa um, at menniskju eruymisk og tí hava ymiskan tørv. Her eigur Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðireisini røkja sín part. Hetta alt skal síggjast aftur í fyriskipan av umstøðumog atkomu, so øll hava møguleika at vera við.
Kort, ið gagna
MBF hevur seinastu áriniarbeitt við at fáa fylgjaraskipan at virka og eisini at fáa eittparkeringskort, ið kann nýtast uttanlands. Tí vilja vit gera vart við, at taðer í dag, at tú skalt hugsa um hetta, tí MBF skrivstovan skjótt fer í summarfrí.
Fylgjarakort
Fylgjarakortið hevur tilendamáls at tryggja, at fólk, ið hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ellaluttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan atgoldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.
Á heimasíðu okkara mbf.fofinnur tú umsóknarblað til fylgjarakortið, og eisini ber til at skriva tilmbf@mbf.fo og vit geva tær skjótt svar.
Fylgjarakort verðurútflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á athava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk. Tørvurin áfylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikkitreytaður av aldursmarki.
Støð, har kortið ergaldandi, eru t.d. Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin,Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnarstuðla. Einastu støð har kortið ikki er galdandi er við Atlantic Airways og íbiografunum.
Ábyrgdin hjá fylgjaranum erat vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæðifevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi.
Parkeringskort
Um tú hevur parkeringskort,ið er útskrivað fyri 1. mars 2015, tá ið gomlu parkeringskortini fóru úr gildi,eigur nýtt at verða bílagt. Um gamla avlamiskortið enn verður nýtt, tá iðparkerað verður, kann bilførarin rokna við parkeringsbót.
Parkeringskortini, sum MBFgevur út fyri Akstovuna, kunnu nýtast í Danmark og øðrum útlondum.
Á heimasíðu okkara mbf.fofinnur tú umsóknarblað til parkeringskort, og eisini ber til at skriva tilmbf@mbf.fo og vit geva tær skjótt svar.
Við hesum verður føroyingumynskt eitt gott og atkomuligt summar.
Meginfelag teirra, ið berabrek í Føroyum




