Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið krógvar upplýsingar, samstundis sum Kappingarráðið finst at landsstýrinum?

John William Joensen

Tað ljóðar fyri vist at útlendskir myndugleikar hava mótmælt ætlanunum hjá landsstýrinum at tveita allan útlendskan kapital úr fiskivinnuni eftir einans fýra árum. M.a. ljóðar at bræv er komið frá íslendsku stjórnini og úr ES.

Tað ljóðar fyri vist at útlendskir myndugleikar hava mótmælt ætlanunum hjá landsstýrinum at tveita allan útlendskan kapital úr fiskivinnuni eftir einans fýra árum. M.a. ljóðar at bræv er komið frá íslendsku stjórnini og úr ES.

Sum skilst hava útlendskir myndugleikar víst til altjóða sáttmálar, sum føroyingar hava undirskrivað, og at ein slík atgerð fær avleiðingar fyri handislig viðurskifti við onnur lond.

Vit hava einkið svar fingið frá løgmannsumsitingini.

Hetta hendur samstundis sum Kappingarráðið í hoyringsskrivi finnst harðliga at ætlanunum hjá landstýrinum í samband við nýskipanina av fiskivinnuni.

Ráðið staðfestir at eingin føroyskur myndugleiki hevur staðfest trupuleikar við útlendskum eigaraskapi í vinnuni, og at landi hevur við øðrum ásetingum í lógini, tryggja landinum ella samfelagnum avkast, líkamikið um útlendingar eiga í ella ikki. Kappingarráðið mælir hinvegin til at útlendskur eigaraskapur verður settur úr 33%, sum hann er í dag, upp til 49% í komandi lóggávuni.

Harafturat staðfestir ráðið at markið á útlendskan kapital er politiskt ásett, og ikki grunda á búskaparlig ella onnur vísindalig atlit LES HER