Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúkrarøktarfrøðing til ROÐIN – økistænastan

Roðin – økistænastan

Søkt verður eftir avloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðing at arbeiða sum tørvsmeti (visitator) í starvsbrøki 0,8 í tíðarskeiðinum 01. juli 2017 til 31.12.17.

Eisini kann avtalast nærri, nær byrjað verður.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um heimavitjanir, har mett verður um tørv av tænastutilboðum innan økistænastuna hjá Roðanum.

Eftir nærri avtalu kemur ein partur av arbeiðum eisini at fevna um fyribyrgjandi heimavitjanir.

Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Um tú ynskir at vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Annfríð Neslíð, deildarleiðara, tlf 793304 ella tpost rodin@rodin.fo

Lýsingin sæst eisini á www.rodin.fo

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2017.

Umsóknin, merkt “umsókn”, skal sendast til: rodin@rodin.fo ella

ROÐIN – økistænastan
Friðartún 1
FO-620 Runavík

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo