Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kortlegging av arvamassin hjá silvurfiskinum

Tíðindaskriv

Amplexa Genetics og Fróðskaparsetur Føroya hava samstarva um eina verkætlan, við tí endamáli, at kortleggja arvamassan hjá silvurfiskinum

Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani. Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av arvamassanum, kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri.

Elisabet Thomsen, mýlalívfrøði-lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, hevur arbeitt við hesu verkætlan. Hon hevur fingið vegleiðing frá Ph.d. lesandi Sunnvør K. í Kongsstovu (Amplexa Genetics) og Prof. Svein-Ole Mikalsen (Fróðskaparsetur Føroya).

Verkætlanin hevur eydnast sera væl. Elisabet hevur m.a. staðfest, at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum. Hon hevur gjørt eina fyrstu samling (de novo assembly) av arvastreinginum, hjá hesum djóri, og eisini hevur hon funnið útav, at arvamassin er uml. 2,5 Gb stórur, næstan líka stórur sum menniskja arvamassin.

Elisabet vardi skrivligu uppgávuna hjá sær 16.06.17, og hilnaðist hetta sera væl. Hon fekk sett punktum við útbúgvingina við einum flottum 12 tali.

Stuðlað verkætlanini hava:

Amplexa Genetics

Fróðskaparsetur Føroya

European Molecular Biology Laboratory – European Bioinformatics Institute.