Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki aftur undir Ísland

Oliver Joensen

 Fyrrapartin í dag, fór Norðsøki aftur á íslandsmiðini við snellu. Hesaferð er tað ikki Eyðólvur Vang sjálvur eigarin, ið er skipari við. Harafturímóti er tað sonurin, Heri Vang, í fyrr hevur fingið maskinmeistaraprógv, men sum í farnu viku eisini fekk prógv sum skipari.

Tá vit tosaðu við Hera fyri løtu síðani segði hann, at hann hevði ikki tikið avgerð um hvar undir Íslandi teir fóru hendan túrin, fara vit langt vestur, so tekur tað um 1 1/2 døgn til 2 døgn at sigla, men verða vit høgligir so verður tað styttri.

Fimm mans eru við Norðsøka hendan túrin. Eyðólvur Vang, sum er heima hendan túrin sigur við einum smíli, at hann hevur ein annan bát at lensa ímeðan hann gongur her, tað er Kallanes, sum hann sipar til, men helst verður ikki leingi til hann finnur upp á eitthvørt við Kallanesi.