Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjúkrahús á Kongres í Odense

Jóhann Lutzen

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur vakt ans uttanlanda við síni servitan innan urologi og á stórari kongres í Odense høvdu umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús framløgur og greiddu frá sínum royndum

Klaksvíkar sjúkrahús fór undir at gera nýrasteinsknúsing fyri nøkrum árum síðani. Hetta hevur verið til bata og hjálp fyri nógvar sjúklingar, ið dragast við hendan trupulleika. Heldur enn at verða sendur av landinum til hesa viðgerð, kann ein nú fáa hesa viðgerð í Føroyum

Ofta er tað soleiðis at ein sjúklingur ikki sleppur av við trupulleikan við tí eini viðgerðini, men skal kanska tvær og tríggjar ferðir í viðgerð áðrenn steinurin og pínan er burtur. Tá er gott at sleppa undan ferðing o.s.v. Tiltakið hevur havt eina jaliga fíggjarliga ávirkan á raksturin við tað at ferðing, uppihald og viðgerð uttanlanda er bæði dýrt og tíðarkrevjandi.

Tað eru starvsfólk í røntgendeildini og sjúkrarøktarfrøðingar, sum saman við Jóhan Poulsen, urologi, standa fyri viðgerðini. Tólið, ið nýtt verður, varð fingið til vega frá Aalborg sjúkrahúsi, sum fekk nýggjan knúsara fyri nøkrum árum síðani.

Hagtølini vísa at úrslitini hava verið sera góð. Herfyri varð Klaksvíkar sjúkrahús so boðið við til urologkongres, ið verður hildin annaðhvørt ár í Skandinavia. Hesaferð í Odense. Áheitan kom um at hava eina framløgu og greiða frá á kongressini. Framløgan gekk væl og sum skilst liva úrslitini upp til altjóða úrslit.