Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá HB til Víking

Jákup Ósá

HB leikari hevur í dag gjørt avtalu við Víking.

HB leikari hevur í dag gjørt avtalu við Víking.

Søgur hava gingið um tað í eina tíð og í kvøld hevur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, váttað fyri in.fo, at HB leikarin Heðin Hansen skiftir til Víking. Sambært in.fo hevur hann gjørt ein tvey ára sáttmála. Heðin er uppaldur í Víkingi, men skifti undan hesum kappingarárinum til HB. Har bleiv tað til 11 landskappingardystir. 
Heðin Hansen er 23 ára gamal og er skrásettur U17, U19 og U21 landsdystir.