Vóru gistingarplássini ikki full, so kundi roknast við 400-500 áskoðarum frá AIK.
So skjótt sum lutakastið hevði verið og KÍ trekti AIK, so fekk KÍ upplýst, at eftirspurningurin eftir atgongumerkjum frá AIK áskoðarunum helst fór at liggja um eini 400-500. Men síðani hevur tað víst seg, at tað er sera trupult at fáa gisting og tað hevur sum skilst gjørt, at vit ikki fáa eins nógvar AIK áskoðarar til Føroyar, sum annars tað var eftirspurningur til. M.a. skal hópurin hjá AIK gista á Viðareiði eftir dystin, tí alt er upptikið, sum liggur nær við vøllin. Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá samskiftisfólkunum hjá AIK og har verður upplýst, at væntandi vera tað eitt stað millum 50 og 100 áskoðarar frá AIK til dystin í Føroyum.
Dysturin millum KÍ og AIK verður á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið kl. 19.00.
Mynd: blackarmy.se




