Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvalurin til Sjómannadagin komin í frystbingju

Oliver Joensen

Í fleiri ár, hava sýslumenn verið so beinasamir, at teir hava latið ein hval til Føroya Sjómannadag. Hvalurin verður nýttur til at læra ungar grindamenn at skera grind upp.

Tað hevur á hvørjum ári verið Grindafelagið, ið hevur fyriskipað uppskeringina. Lagt hevur verið so til rættis, at ímeðan skorið verður upp, hevur málkønur grindamaður sagt frá uppskeringini á fleiri málum.

Sjómannadagurin er sum altíð eftir miðan august, og í ár fellur leygardagurin í vikuni har sjómannatiltøkini eru, á 19. august. Um hesa tíðina eru vanliga nógv ferðafólk í Føroyum, og tí hevur Grindamannafelagið valt at siga frá um uppskeringina á fleiri málum.

Føroya Sjómannadagur takkar sýslumanninum, Karl Johansen, hósvíkingum og finnaranum av grindini í hósvík, fyri beinasemi.

Tað var Ólavur Sjúrðarberg, sum stóð fyri flutninginum og sum sjálvur, saman við Hjalta Poulsen syrgdi fyri at hvalurin kom í eina frystibingju í Ánunum. Skipafelagið Føroyar hevur á hvørjum ári stuðlað Sjómannadegnum við eini frystibingju til endamálið.