Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skuldi Grøvin verið stongd fyri hundum? – Eg hevði hvassan felliknív kláran…

Oliver Joensen

Vit eru helst mong, ið hava ótrúliga stóra virðing fyri náttúruperluni úti í Grøv. Býráðið og býargartnarin eiga stórt rós fyri, at hetta framúr vakra økið er atkomuligt hjá okkum borgarum.

Minnist tíðina, tá ongi trø vóru úti í Grøv, bert svimjihyljarnir, sum um summarið við hvørt vóru væl ansaðir og nógv nýttir, men eisini tíðir, har lítið skil var á um summarið, tí ongin áhugi var fyri at halda hyljar og økið.

Síðani byrjað varð at planta og býarhegnið var veruleiki, hevur økið alsamt verið undir stórari menning og hevur verið sera væl umsitið, so væl, at hetta helst er eitt ein av vakrastu plantagunum í Føroyum.

Vit hava tó ein trupulleika, sum skal loysast her, og tað eru leysgangandi hundar. Sjálvt um tað eru skelti sum týðuliga vísa, at tað er ikki loyvt at lata hundar ganga leysar í Grøvini, so er tað so íðuligt, at hundaeigarar lata hánt um treytirnar. Sjálvur havi eg fleiri ferðir verið út fyri at møtt fólki, ið hevur slept hundunum leysum har. Men hjá mær er tað líkasum, at eg havi ikki orku til at øsa meg upp ella koma í orðadrátt í slíkum førum, tí tá eg fari út í Grøv, so er tað náttúran, fuglar, trø, áin og samveran við konuna ella abbabørnini, sum eiga fyrstu prioritering.

Men leysgangandi hundar eru ein marra har og spurningurin er tí, um einasta loysnin ikki er at nokta fólki við hundum at ganga ígjøgnum Grøvina.

Fyri fáum døgum síðani deildi eg myndina omanfyri á facebook og hon var orsøk til at Sigmar Høgnesen leygi út niðanfyri søgu, sum eg havi fingið loyvi frá honum til at endurprenta her:

Sigmar Høgnesen friðaligt at spáka sær ein túr eftir gamla oyravegnum, sum gekk nidur í Grøv (vidalundina) Sunnudagin fór eg við abbasoninum ein túr í góðveðrinum, komin oman móti træðbrúnni koma tveir stórir leysir hundar rennandi og goyggjandi niðan móti okkum, hóast eigarin sum stóð við gamla svimjuhylin geylaði Á hundarnar, lystraðu teir ikki, eg hugsað bert um abbasonin og lyfti hann uppá økslina, súkkluna hevði eg aðari hondini, klárir at tveita hana í kjaftin á hesum òdjórum um tað skuldi gjørt neyðugt, men tíbetur vendu teir omanaftur til eigarin, samstundis sum eg tá rópti og bæð hann FORHeitasta um at hava hundarnar í snóri, abbasonurin varð týðuliga merktur av ræðslu, eg hevði kvassan felliknív uppiá mær, og hevði ikki yvast eina løtu í at høgt til um tað skuldi gjørt neyðugt, skeltir eru uppsett við inngongina um at HUNDAR SKULU VERA Í SNÓRI. �