Legendkvøld í Spaniastovu við frásøgu, samrøðu og tónleiki.
Jørgin Dahl fyrsti føroyski rokkari vitjar heima á klettunum í samband við at Rudolf Joensen hevur sett honum stevnu í Spaniastovu komandi mikukvøld.
Samrøða verður við Jørgin Dahl um hansara tónleikaligu leið frá Vágsheygnum í Klaksvík og út um landoddarnar. Um fyrstu tónarnar á klaver og gitar til Veðraplátuna í 1978!
Húsaorkestur framførur nøkur løg hjá komponistinum og yrkjaranum Jørgin Dahl.
Atg.m. á www.atgongumerki.fo




