Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bowlinghøllin á Hálsi søkir kokkalærling

Bowlinghøllin á Hálsi

Køkurin i Bowlinghøllini á Hálsi søkir eftir einum dugnaligum, tænastusinnaðum og arbeiðssomum kokkalærlingi til setan skjótast gjørligt.

Starvið er fulla tíð í eini vaktskipan kallað 5/2.
Starvið er dag og kvøldtímar – vikuskiftisvaktir, annaðhvørt vikuskifti.
Gera mat til matstovuna, ítrottarkaféina, veitslur og tiltøk úti úr húsinum.

Arbeiðsuppgávur

  • Matgerð
  • Planlegging
  • Fyrireiking
  • Upprudding
  • Uppvask
  • Reingerð

Førleikar
Eingin serlig krøv til førleikar, men viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir, kunnu vera ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar

  • Góð evni at samskifta
  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðsom/-samur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða

  • Ein spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av matgerð og mannagongdum
  • Upplæring á staðnum
  • Eitt arbeiðspláss í menning og vøkstri

Ynskir tú at søkja ella fáa meira at vita um starvið, so er at venda sær til Virgar Enghamar, telefon 558182 ella senda mail til ve@bowling.fo

Vit leita altíð eftir talentum
Vit eru altíð áhuga at hoyra frá tær, sum brennur fyri at gera mat, veita góða tænastu, ella gera okkurt handaligt við bowlingbanum, ella hvat tað skuldi verið í húsinum.

Vit hava møguleika at hava kokka-, tænara- og skrivstovulærlingar í húsinum.

Send okkum eina umsøkn, so vit kenna til tín, tá okkurt starv gerst leyst at søkja. – Ella tá vit økja um okkara virksemið. Set teg í samband við: Virgar Enghamar, dagligur leiðari – sí omanfyri standandi upplýsingar.