Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framúr endaspurtur tryggjaði Klaksvíkingi sigurin

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá 10-mannaførini róðu FM róður í Hósvík í kvøld.

Undan róðrinum var kanska mett, at Klaksvíkingur hevði ein fyrimun, tí so stutt var ímillum róðrarnar. Men soleiðis skuldi ikki vísa seg. Tí eins og seinast, so minkaði munurin millum fremstu bátar. Fyrstu løtuna vóru Ormurin Langi, Klaksvíkingur og Drekin Reyði púra javnir. Men so fór Ormurin Langi framum og einu løtuna lá Klaksvíkingur á 3. plássi. Men tá vit nærkaðust bryggjuni fór Klaksvíkingur at ganga og tá spurturin byrjaði, so tók Klaksvíkingur nøkur rimmar tøk, sum gav honum leiðsluna og tann leiðslan helt inná mál. Munurin var ein skutur til Ormin Langa og hálv bátslongd til Drekan Reyða.

Klaksvíkingur hevur eftir tríggjar róðrar vunnið allar róðrarnar, men hesar bátar seinastu róðrarnar og ikki minst í kvøld, so var kappingin sera hørð. So mikið hørð, at einki er avgjørt til komandi róðrarnar, sum útfrá kvøldsins róðrum kunnu blíva sera dramatiskir og spennandi millum minst tríggjar bátar.

Róðurin hjá 10-mannaførunum kann síggjast hjá KVF HER