Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður endaspurtur var ikki nokk hjá Sundabátinum

Oliver Joensen

Myndarøð úr Hósvík: Sundabáturin misti ov nógv í miðróðrinum til at hann kundi vinna í Hósvík. Endaspurturin var góður, har Sundabáturin hálaði næstan eina bátslongd inná, men tað var ov seint. Hvessingur hevði vunnið sær eina so mikið trygga leiðslu, at hon helt inná málið.

Spenningurin er stórur í FM kappingini hjá 6-mannaførunum. Hvessingur hevur vunnið tvær stevnur, meðan Sundabáturin hevur vunnið eina. Alt bendur á, at hesir báðir fara at kappast um FM fram til tað seinasta.