Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ framdi eitt framúr verju avrik

Jákup Ósá

Svenska stórfelagið AIK megnaði ikki at skora og hevði eisini stóran part av dystinum trupulleikar við at skapa møguleikar.

AIK hevði bóltin størsta partin av dystinum, men KÍ verjuparturin stóð framúr væl. Líka frá aftasta leikara til fremsta leikara. AIK hevði 2-3 møguleikar í seinna hálvleiki, men KÍ málverjin Meinhardt Joensen hevði ongantíð brúk fyri at gera nakra stórbjarging. Dysturin endaði 0-0 og sostatt er spenningur framvegis í dystinum áðrenn KÍ nú fer til Stokkhólm. Eisini var tað týdningarmikið fyri føroyskan fótbólt at fáa ein javnleik og fyri KÍ, sum fær hægri styrkistal framyvir.