Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt er opið hjá 10-mannaførunum á Varmakeldu

Jákup Ósá

Munurin í Hósvík var so mikið lítil, at nú er munurin frá Klaksvíkingi og til hinar minkaður so nógv sum hann kann vera. Tí er møguleikin kanska størri enn nakrantíð fyrr í ár, at vit fáa ein annan vinnara. 

Leygardagin verður Varmakelda í Fuglafirði, har fjórði FM kappróðurin verður. Hjá 10-mannaførum er stórur spenningur. Hóast Klaksvíkingur hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar higartil, so hevur munurin verið so mikið lítil tvær tær seinastu ferðirnar, at alt er púra opið. Ikki minst var spennandi seinast, tá Klaksvíkingur eina løtu í miðróðrinum lá á 3. plássi. Tá bjargaði endaspurturin Klaksvíkingi, men tað var í sera harðari kapping.

Hesaferð er trupult at taka dagar ímillum bátarnar. Umframt Klaksvíking, so kappast Ormurin Langi og Drekin Reyði um fremsta plássið, meðan Havnarbáturin liggur eitt lítið sindur aftanfyri higartil. Skal Drekin Reyði ella Ormurin Langi fáa Klaksvíking aftur í FM stríðnum, so er næstan síðsta útkall nú. Tí eftir róðurin á Varmakeldu eru bara tríggir róðrar eftir.

Spurningurin er, um kappróðurin ikki verður útsettur í nakrar tímar. Tí veðrið verður einki serligt kl. 15.00, men heilt gott nakrar tímar seinni. Kl. 15.00 verður regn og fitt av vindi, 12 m/s av eysturi, sambært Belgingi. Hinvegin verður veðrið av tí fagrasta kl. umleið 18.00. 2 m/s og nærum einki regn.