Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur fimtu ferð á rað á Varmakeldu

Jákup Ósá

Klaksvíkingur vann ein rímiligan tryggan sigur á Varmakeldu í dag.

Tað var við stórum spenningi, at sæð var fram ímóti 10-mannafarsróðrinum á Varmakeldu, tí so javnt var millum bátarnar í Hósvík mikukvøldið. Men í dag var eingin ivi. Klaksvíkingur legði seg beinanvegin á odda, fekk ein nógv betri start enn seinast, og helt leiðsluna allan vegin inn á mál. Onkuntíð nærkaðist Ormurin Langi, men at síggja til hevði Klaksvíkingur fult tamarhald á og á málinum var eingin ivi um, at Klaksvíkingur vann. Meir enn eitt sekund var aftur til Ormin Langa. Sostatt hevur Klaksvíkingur vunnið allar fýra róðrarnar higartil í ár og liggur nú sera væl fyri í kappingini at vinna FM. Eisini má staðfestast, at Varmakelda er góð við Klaksvíking. Tí hetta var fimtu ferð á rað, at Klaksvíkingur vann á Varmakeldu. Í 2009, 2011, 2013, 2015 og nú í 2017.

1. Klaksvíkingur 4.33.29

2. Ormurin Langi 4.34.49

3. Drekin Reyði 4.35.47

4. Havnarbáturin 4.39.03

Mynd: KVF/screenshot

Róðurin frá Varmakeldu kann síggjast hjá KVF HER