Enn eru pláss í KÍ flogfarinum, sum í kvøld setur kósina ímóti Stockholm.
KÍ leigar flogfar til Europa League dystin móti AIK hóskvøldið. Spenningurin er stórur undan dystinum, tí KÍ avrikaði væl og fekk uppibornan 0-0 javnleik á heimavølli síðsta hóskvøld.
Flogfarið við KÍ hópi og áskoðarum fer úr Vága Floghavn í kvøld kl. 21.45. Ferðalagið verður í Stockholm í nakrar dagar áðrenn kósin verður sett heimaftur eftir dystin hóskvøldið. Flogfarið lendur fríggjamorgunin kl. 02.45. KÍ boðar frá, at síðsta freist at bíleggja pláss er mánadagin á middegi. Prísur úr 5995 krónum. Onkrir klaksvíkingar eru longu komnir til Stockholm og teir lata væl at umstøðunum. Sagt verður frá góðum veðri í svenska høvuðsstaðnum komandi vikuna. Tilmelding til túrin fer fram HER




