Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya biður um umbering

John William Joensen

Nógv skriving hevur verið seinastu dagarnar á sosialu miðlunum eftir at Armgarð Arge, umvegis heimasíðuna hjá KVF, fanst at Tobba fyri at verða niðursetandi í málburði sínum mótvegis kvinnum. Men í gjár fekk Tórbjørn so eina umbering fyri at heimasíðan hjá KVF varð brúkt í hesum sambandi.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, skrivar soleiðis umvegis Facebook:

Fyri líkasum at gera enda á grótmálinum bara hesi boð. Tað kom ein skøva í álitið, sum eg altíð havi havt á Kringvarpi Føroya, tá heimasíða stovnsins bleiv brúkt sum brævakassi hjá einum starvsfólki í eini atsøkn móti undirritaða.

Sum tað sømir seg einum stjóra, hevur Dia Midjord ímorgun sent mær hesi boð:

“Tað var eitt mistak, at heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya bleiv brúkt í hesum máli. Eg skal vegna Kringvarp Føroya biðja um umbering fyri, at kvf.fo varð brúkt til at bera fram persónligu áskoðanina hjá einum starvsfólki, um svar títt til Anniku Olsen.”

Umberingin er tikin eftirtektar og álitið á Kringvarp Føroya er endurvunnið fyri mítt viðkomandi

Harleyfacadeacryl