Søkt verður eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum.
Fast starv frá 01.09.17: 0,8
2 avloysarastørv fra 01.09.17 til 31.08.18: 0,8
Seingjadeildin er blandað kir.- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingur. Dagkirurgi og viðrakning er á deildini. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.
Førleikakrøv:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góð samstarvsevnir
- Royndir frá kir./med. deild er ein fyrimunur
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Andreu Danielsen, varadeildarleiðari tlf. 45 45 45.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreist: 20.07.17
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo




