Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan í Skorini langar út eftir Óluvu Klettskarð

John William Joensen

Tjóðveldismaðurin og borgarstjórin á Eiði er sera misnøgdur um ætlaða fiskivinnupolitikkin hjá sínum flokki og sínum floksfelaga Óluva Klettskarð.

Tjóðveldismaðurin og borgarstjórin á Eiði er sera misnøgdur um ætlaða fiskivinnupolitikkin hjá sínum flokki og sínum floksfelaga Óluva Klettskarð.

– Nú má Óluva Klettskarð vaknað. Soleiðis skrivar Jógvan í Skorini, sum er borgarstjóri á Eiði og sum er partur av Tjóðveldinum, har hann m.a. stillaði upp seinasta løgtingsval. Og hann heldur fram: 

– Tjóðveldið velur at knokkroyta norðoyingar alt ímeðan lokal politikkarar standa og hyggja at.
Tað er eingin loyna at eg havi verið ógvuliga harðrendur móti Tjóðveldi til tíðir, serliga tá talan er um grova høvuðsstaðarpolitikkin, ið verður trýstur oman yvir fólkið norðanfyri.
Við nýggja fiskivinnuuppskotinum stendur Óluva sjálv við róðrið og smildrar norðurøkið.
Hvønn skulu vit nú øsa okkum inná, nú okkara egnu venda økinum bakið?
– Vónandi slær Óluva nevan í borðið og vendir gongdini, eitt er so vist og sikkurt, stuðulin hevði verið munandi størri enn mótstøðan, skrivar Jógvan í Skorini á sínum facebook vanga.