Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgin framferðarháttur í løgtinginum

John William Joensen

Fyrrverandi løgmaður og núverandi nevndarlimur í vinnunevndini, Kaj Leo Holm Jóhannesen, fins í kvøld beinleiðis at løgtingsformanninum og formanninum í vinnunevndini.

Fyrrverandi løgmaður og núverandi nevndarlimur í vinnunevndini, Kaj Leo Holm Jóhannesen, fins í kvøld beinleiðis at løgtingsformanninum og formanninum í vinnunevndini.

UMVEGIS FACEBOOK: 

 Hevði eina klokkuklára avtalu við løgtingsformannin og formannin í vinnunevndini í morgun um at vit fóru at lata okkara part av áliti til fiskivinnuuppskotið inn áðrenn kl 1600, eg sendi tað inn kl 1056 í morgun, men kl 1600 í dag var álit hjá samgonguni ikki liðugt, men alment hevur samgongan sagt at tað eru fleiri dagar síðani teirra álit var liðugt, síðani tóku samgongulimir við formanninum í vinnunevndini á odda tað sjáldsama stig at senda skriv til løgtingið at atkvøða málið úr nevnd sjálvt um løgtingið bert bíðaði eftir teirra egna áliti sum ikki var liðugt, harvið brutu teir avtaluna sum vit høvdu gjørt, hetta er óhoyrt ófantaligt og beinleiðis í stríð við tingskipanina, hvussu skulu vit byggja upp álit, tá samgongulimir uppføra soleiðis.