Stockholm: Ferðin í gjárkvøldið gekk væl.
KÍ hevði leigað flogfar til Stockholm, har seinni dysturin móti AIK í Europa League verður leiktur. Við flogfarinum vóru áleið 100 fólk, harav eini 30-35 hoyrdu til hópin. Í sera góðum líkindum fleyg Atlantic Airways KÍ ferðalagið trygt og gott til Stockholm. Lagið var av tí besta í flogfarinum, har KÍ sangir settu sín dám á hjá væl uppløgdu viðhaldsfólkunum. Síðani var ein stuttur busstúrur til hotellið. Meðan spælarahópurin hevur hotell tætt við Friens Arena, so gista áskoðararnir mitt í býnum. Veðrið í Stockholm er gott, stilt og sól.




