Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri KÍ viðhaldsmenn við Europa royndum

Jákup Ósá

Fleiri av áskoðarunum hjá KÍ vita, hvat tað er, sum KÍ hópurin í hesum døgum fyrireikar seg, nú Europa fótbóltur er á skránni.

Tað eru 10 ár síðani, at KÍ seinast spældi í Europa kapping. Hetta merkir, at flestu av yngru leikarunum ongantíð hava spælt Europa fótbólt áður. Millum áskoðararnar í Stockholm eru fleiri, sum hava roynt at spælt Europa fótbólt. Gunnar á Steig var málverji hjá KÍ, tá liðið í 1995 vann sín higartil einasta sigur í Europa, tá KÍ sum fyrsta føroyska liðið vann ein sigur í Europa kapping. Dysturin endaði 3-2 til KÍ móti Macccabi Haifa. Gunnar leikti eisini aðrar Europa dystir fyri KÍ. M.a. móti Ujpest. Fríðin Ziskason var við KÍ, á KÍ í 1992 leikti fyri fyrstu ferð í Europa kapping. Hann var eisini við í 2003, tá KÍ møtti Molde umframt, at hann í 2002 var við B68, sum spældi ímóti St. Gallen. Tann við flest royndum er tó Súni Olsen. Hann hevur ikki spælt við KÍ í Europa, men var í fjør leikarin, sum skeyt KÍ í Europa um ein kann siga soleiðis um hansara avgerandi brotsspark í steypafinaluni. Hann hevur Europa royndir frá GÍ, B36, Víkingi og eisini AaB.

Fleiri av leikarunum heilsaðu uppá hesar á túrinum til Stockholm, so helst hava teir eisini fingið nøkur góð ráð á vegnum um, hvat ein kann vænta í einum truplum útidysti í Europa.