Stockholm: Finskur landsliðsleikari er í dag keyptur og tí vera tríggir nýggir leikarar kunngjørdi undir dystinum hóskvøldið.
Síðani AIK spældi í Føroyum hevur felagið keypt ikki færri enn tríggjar leikarar fyri eina samlaða upphædd, sum helst liggur yvir 10 milliónir. Í dag hevur AIK kunngjørt, at finski landsliðsleikarin Robert Taylor er keyptur. Hann er miðvallaleikari. Ikki verður upplýst, hvat hann kostar. Teir báðir leikararnir frammanundan kostaðu tilsamans áleið 9 milliónir.
AIK kann tó blíva skert í mun til fyrra dystin móti KÍ. Tí hesir nýggju leikararnir hava ikki loyvið at spæla tann dystin og í dag skriva fleiri svenskir miðlar, at AIK fer at selja finska verjuleikaran Sauli Vaisanen til Spal í italsku Seriu A. Sauli spældi allan dystin móti KÍ í Føroyum. Sambært miðlunum verður roknað við, at hann verður seldur áðrenn hósdagin.




