Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, vil hvørki hava sitandi á sær at hann hevur sagt ósatt ella at hann hevur roynt at finta nakran í tinginum, sum andstøðu limir førdu fram á tingfundinum í gjár, tá samgongan ætlaði at atkvøða nýskipanina úr vinnunevndini í tingið

Tá tingfundurin byrjaði, sum lýst var, kundi eg staðfesta at einkið álit var komið í hendurnar á formanninum.
Tað kann verða at umsiting løgtingssins hevði fingið okkurt, men tá einki var komið til formannin, kundi eg einans taka undirskriftirnar frá samgongulimum til viðgerar, um at leggja málið fyri tingið.
Eftir mótmæli úr andstøðuni valdi eg kortini at enda fundin, so greiða kundi fáast á málinum og lýsti nýggjan tingfund at verða kl. 18.
Tá vóru álitin framløgd og longri er søgan ikki. At tingfólk í miðlunum verða endurgivin fyri at ákæra løgtingsformannin fyri líkt og ólíkt er sera harmiligt, segði løgtingsformaðurin fyri løtu síðan.