Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri vandu ikki við

Jákup Ósá

(Stockholm) KÍ hevði í dag sína fyrstu venjing í Stockholm.

KÍ vandi á Sollentunavallen og var hetta fyrsta og seinasta venjingin áðrenn vant verður á Friends Arena mikukvøldið.

KÍ hevur allan hópin við sær til Svøríkis. Nakrir leikarar vandu ikki. Semir Hadzibulic fekk onkran snudd í gjár og helt steðg frá venjing í dag, men verður væntandi klárur til dystin. Hinvegin er størri ivamál um Atla Danielsen, sum hevur trupulleikar við lyskuni. Hann byrjaði at venja, men fekk trupulleikar seinni. Burtursæð frá teimum, so vóru tað David Langgaard og Tórur Jacobsen, sum ikki vandu saman við hinum. Fyri KÍ er tað gleðiligt, at Sørmundur Kalsø nú venur við fullari ferð aftur. Hann er tó ikki í dystarvenjing og spælir neyvan hendan dystin.

Sí fleiri myndir frá venjingini á facebook síðuni hjá Norðlýsinum HER