Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt teknmál viðurkent sum føroyskt mál

Tidindaskriv

Í dag , 5. juli 2017, bleiv lógaruppskotið um broyting í føroyska Málráðnum, til eisini at umfata føroyskt teknmál, einmælt samtykt í Løgtinginum við triðju viðgerð.

Deyvafelag Føroya er ógvuliga fegið um, at føroyskt teknmál nú er eitt viðurkent føroyskt mál.

Tað at teknmál fær eitt náturligt pláss í Málráðnum, í mun til málrøkt, menning og verju, er eitt stórt frambrot.

Deyvafelag Føroya hevur saman við Felagnum fyri Hoyribrekað og Meginfelag teirra, ið bera brek, arbeitt fram ímóti hesum degi, síðani Málráðið bleiv sett á stovn.

Tað er sera jaligt, at uppskotsstillararnir komu úr øllum flokkum, og at Deyvafelag Føroya, saman við øðrum, fekk høvi til at verða hoyrd í Mentanarnevnd Løgtingsins.

Deyvafelag Føroya vónar, at við hesi viðurkenning fer føroyskt teknmál at hava sín nátúrliga rætt í almenna rúminum og í føroyska samfelagnum sum heild.

Vit vænta, at atkoma til mál og samskifti verður ein viðurkendur rættur hjá teknmálsbrúkarum, og at hesin rættur verður staðfestur í øllum viðkomandi lógarverkum.

Soleiðis at øll fólk í Føroyum, hava rætt til samskifti í øllum lívsins viðurskiftum.