Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott lag á KÍ áskoðarunum

Jákup Ósá

Stockholm: KÍ áskoðararnir gleða seg til dystin á Friends Arena í kvøld.

Stockholm: KÍ áskoðararnir gleða seg til dystin á Friends Arena í kvøld.

Tað er við stórum spenningi, at KÍ áskoðararnir síggja fram ímóti fyrstu uppgávuni á útivølli í Europa kapping í 10 ár. Mótstøðuliðið er eitt av teimum truplu, so tað skal eitt megnar avrik til fyri at fáa eitt gott úrslit. Tað eydnaðist á heimavølli, tá KÍ spældi 0-0. Hvat KÍ áskoðararnir kunnu vænta í kvøld er trupult at siga. Hesaferð verður spælt í størri hita, á graslíki og á størri vølli umframt at fleiri túsund heimaáskoðarar vera. Hetta verður óansæð nakrar sera góðar royndir, sum KÍ hópurin vinnur sær og sum kanska serliga ungu leikararnir kunnu brúka framyvir.

Dysturin byrjar kl. 19.00 lokala tíð og KÍ áskoðararnir fara at hita upp í The Flying Dog seinnapartin. Myndin er tikin av nøkrum væl uppløgdum KÍ áskoðarum í sólini í Stockholm í morgun.