Tað var yvirskriftin til taluna, sum Signhild Vilhelmsdóttir Johannsen, formaður í mentanarnevnd, Klaksvíkar býráðs, helt, á ferniseringini hjá listarmanninum Mariusi Olsen á Gamla Seglhúsinum í gjárkvøldið.
Um listina hjá Mariusi segði Signhild millum annað: Fjøll, hav og menniskja ganga aftur og eyðkenna listaverkini. Ítøkilig og óítøkilig. Myndir, sum siga okkum søguna um nenniskja, sum kemur og fer í einingi. Skapningurin, sum blandar seg saman við náttúruna og svinnur burtur í tað óendaliga. Menniskja, sum vil, uttan at vilja. Uttan myrkur onki ljós. Uttan sorg, ongin gleði.
Við Marius, segði Signhild: Marius, tú hevur røtur úr Norðoyggjum, ættarbond av Húsum. Tín uppruni kann síggjast í listini og kanska er tað her vit Norðoyingar hekta okkum upp á, vit kenna felagsskapin av landslagnum og merkja kenslurnar, sum hita tíni verk á vegginum.
Gamla Seglhúsið fekk eisini nøkur orð frá Signhild: At vit meira og meira fáa høvi at síggja og uppliva listaverk her á staðnum er ein fongur fyri býin. At traðka inn higar og lata allan ófrið og skundleika liggja eftir á Klaksvíksvegnum, er eum at koma úr einum heimi í annan. Innkomin kasta vit alt av okkum, anda djúpt og skulu einans hyggja, hyggja, sansa og njóta.
Vit fáa frið og kenna takksemi, fyri síðani at fara út aftur til meldurin, sum samfelagið hevur at bjóða. Men nú væl upplataði við einum smíli og vitandi um, at alt hevur sína tíð, “Lívið er ein lítil løta” syngur Hallur Joensen. Njótið tað at uppliva, at vera og at liva.
Takk til tykkum, sum fáa hetta í lag og takk til tín Marius og góða eydnu við framsýningini. Segði Signhild at enda.
Jan Andreassen lýsti skránna fyri ferniseringina og Hans Andrias fjálgaði løtuna við sínum framúr sangi.




