Forstjórin í Samherja, Thorsteinn Mar Baldwinnsson, gjørdi landsstýrinum greitt á fundi tann 7. juni at drívmegin í samstarvinum við Framherja í Føroyum var, at kunna verða við til at byggja upp og skapa okkurt nýtt. Hesi 23 árini teir hava virkað í Føroyum hava teir ongantíð flutt pengar úr Føroyum til Ísland og hava ongantíð rindað sær sjálvum vinningsbýti úr Føroyum.
Forstjórin í Samherja, Thorsteinn Mar Baldwinnsson, gjørdi landsstýrinum greitt á fundi tann 7. juni at drívmegin í samstarvinum við Framherja í Føroyum var, at kunna verða við til at byggja upp og skapa okkurt nýtt. Hesi 23 árini teir hava virkað í Føroyum hava teir ongantíð flutt pengar úr Føroyum til Ísland og hava ongantíð rindað sær sjálvum vinningsbýti úr Føroyum.
Tann 7. juni var fundur í Fiskimálaráðnum millum umboð fyri sp/f Framherji og teirra íslendska samstarvsfelag Samherji HF
Á fundinum vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Anfinn Olsen, reiðari og Thorsteinn Mar Baldwinnsson, forsstjóri í Samherja umframt Betzy Ludvig, løgfrøðingur og Andras Kristiansen, deildarstjóri á fiskivinnustovuni.
Her eru brot úr fundarfrágreiðing:
Á fundinum við Landsstýrismannin greiddi Anfinn Olsen, stjóri í Framherja frá, at teir høvdu samstarvað við íslendska felagið í 23 ár og teir ynsktu at halda fram við samstarvinum í komandi árum. Her hugsaði hann serliga um avbjóðingarnar við framhaldandi menning av framleiðsluvirkjunum á landi, Pelagos og Faroe Origin.
Hava ongantíð tikið pengar úr Føroyum
Thorsteinn Mar Baldwinnsson, forstjóri í Samherja, greiddi frá at hann kom í samstarv ið Anfinn Olsen, tá skipið m/s Akraberg varð keypt á tvingsilssølu miðskeiðis í nítiárunum. Hetta skipið legði lunnar undir føroyska fiskiskapin eftir serliga kongafiski í Irmingarhavinum, umframt at skipið hevði eina avmarkaða botnfiskakvotu í norskum og russiskum sjógvi. Fiskiskapurin eftir kongafiski vísti seg at ganga væl – og fleiri føroysk skip løgdust afturat.
Samstarvið við Anfinn Olsen er seinni víðkað, tá sp/f Framherji keypti onnur skip, eitt nú Vesturvón og Krúnborg og við teimum eisini fiskirættindi. Seinni var Samherji so eisini við tá Framherji og útgerðarfelagið Varðina í Gøtu keyptu og endurreistu virksemið hjá Fiskavirking, sum nú verður rikið undir heitinum Faroe Origin. Uppi í hesum eru sum kunnugt bæði framleiðsluvirki og ísfiskatrolarar. Umvegis sín ognarlut í virkseminum hjá sp/f Framherji er Samherji eisini partur av uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.
Thorsteinn Mar Baldwinnsson, legði dent á, at fyri teirra viðkomandi er tað møguleikin at skapa nakað nýtt, sum er drívmegin í teirra áhuga at virka í føroysku fiskivinnuni. Felag hansara hevur gjørt nógvar íløgur í Føroyum, men legði hann dant á, at ongin peningur er tikin úr feløgunum og fluttur til Íslands. Við øðrum orðum hevur Samherji einkið vinningsbýti fingið hesi 23 árini, teir hava virkað í Føroyum.
Thorsteinn Mar Baldwinnsson segði at teir høvdu einki havt við samskifti og brævaskifti millum íslendskar myndugleikar umboðað av aðalkonsuli Íslands í Føroyum og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum. Hann hevði heldur ikki tosað við nakrarn íslendskan politikara ella embætisfólk um lógaruppskotið, sum verður tað samtykt, forðar fyri at felag hansara kann virka í føroyskari fiskiveiði eftir 2022.
Thorsteinn Mar Baldwinnsson fjaldi ikki fyri at tað harmaði hann, at verða noyddur at gevast við virksemi sínum í Føroyum. Hann hevur fegnast um samstarvið og framgongdina. Tað at fáa virksemið at virka og áhaldandi at menna tað – eisini at menna tekniska partin á framleiðsluvirkjunum – hevur verið sera gevandi fyri hann. Og hann vónaði at kunnu halda fram – eisini eftir at nýggj lóg um at skipa føroyska fiskiveiðu er samtykt.
Málið er ikki at forða fyri samstarvið
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal segði at hann hevði stóra virðing fyri samstarvinum millum Framherja og Samherja, men málið hjá landsstýrinum var at tað vóru føroysk feløg, sum høvdu rættindini.
Høgni Hoydal gjørdi greitt at samgongan ynskti ikki at fleirtjóða feløg høvdu ræðisrættin á føroyskum fiskirættindum. Høgni Hoydal greiddi frá at landsstýrið ætlaði at taka upp aftur samráðingarnar við íslendsku stjórnina um Hoyvíkssáttmálan




