Nógv asfaltering er runt umkring í býnum í løtuni. Í vikuni var tað Marknavegur, sum var asfalresaður, eftir at grivið hevur verið her fyri dagførandi kloakkleiðingum
Nógv asfaltering er runt umkring í býnum í løtuni. Í vikuni var tað Marknavegur, sum var asfalresaður, eftir at grivið hevur verið her fyri dagførandi kloakkleiðingum
Leiðingarnar ganga frá reinsiverkinum á Biskupstøð umvegis Marknaveg og heilt niðan á Garðavegin. Tað eru HJ-Asfalt, ið ger asflatarbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.
Tað næsta, sum er á skránni hjá HJ-Asfalt, er at asfaltera frá Føroya Tele og norður til EFFO. Eftir hesum vegastrekki er nógv ferðsla. So roknast kann við, at ferðslan verður órógvað nakað í hesum sambandi, men vónandi kann bera yvir.
21. juli fer alt asfaltarbeiði í summarfrí




