Norðlýsið hevði Sýslumannin í rørinum og hann sigur at seðlarnir koma út seint í kvøld
Norðlýsið hevði Sýslumannin í rørinum og hann sigur at seðlarnir koma út seint í kvøld
Sýslumaðurin upplýsir, at 71 hval eru merktir og teir verða býttir í drápspartar. Grindin verður skorin upp við kajina í Norðdepli.
Nakað eftir at grindin var hildin til, vórðu nýggj grindaboð at hoyra úr Hvannasundi. Seinna grindin varð skjótt hildin til. Í fyrru grindini vórðu 67 hval merktir og í seinnu vórðu 4 hval, so tilsamans er talan um 71 hval, sum verða býttir.
Seðlarnir koma út seint í kvøld.




