Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætla at seta Viðareiði á heimskortið

Jóhann Lutzen

Í kvøld hava teir, sum eiga lendið har Enniberg liggur, gjørt avtalu við tríggjar av heimsins bestu klintrarum Cedar Wright, Yuji Hirayama og James Pearson, sum ætla at klintra upp í Enniberg

Í kvøld hava teir, sum eiga lendið har Enniberg liggur, gjørt avtalu við tríggjar av heimsins bestu klintrarum Cedar Wright, Yuji Hirayama og James Pearson, sum ætla at klintra upp í Enniberg

Pól Sundskarð skrivar á sínum facebook vanga í kvøld um ætlaninar. 

Hesir garpar ætla mikukvøldið ella hósmorgunin at klintra teir o.u. 400 m frá Settorvuni upp í Ennibergi har teir síðani ganga teir seinastu metrarnar niðan á Nakkin, sum liggur á 753m hædd.

Hetta fer at seta Viðareiði og Føroyar á heimskortið, tí Enniberg av teimum flestu verður roknað sum heimsins hægsta forberg.

Fer tað at eydnast teimum at koma upp, fer Viðareiðis Kommuna at skipa fyri móttøku hóskvøldið.

Eg fari at ynskja teimum góða eydnu við túrinum, sigur Pól Sundskarð at enda

Myndirnar eigur Pól Sundskarð. 

Harleywoodpaint