Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar eru í topp 16 í HM endaspælinum hjá U21

Jákup Ósá

Longu eftir tveir dystir er greitt, at Føroyar koma víðari úr bólkaspælinum og vera í øllum førum millum 16 tey bestu liðini í heiminum hjá U21 landsliðunum. 

Føroyar vunnu tryggan sigur á Kili í fyrsta dystinum í HM endaspælinum. Í kvøld var truplari uppgáva á skránni, men hóast Suður Korea var favorittur hjá veddingarfyritøkunum og eisini byrjaði betri, so vunnu Føroyar. Eftir nakrar trilvandi minuttir, so fingu Føroyar leiðsluna og leiðslan var trygg stóran part av fyrra og seinna hálvleiki. Tó komu løtur, har Suður Korea skapti Spenning. M.a. seinastu løtuna, men Suður Korea fekk tó ongantíð álop til at javna í. Føroyar vunnu 28-27 eftir 16-12 í hálvleikinum. Sigurin merkir, at Føroyar hava spælt seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, hóast fleiri dystir eru eftir enn. 
Í morgin skal søguliga føroyska U21 landsliðið spæla móti Noreg.