Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Førdu 8-1 og mistu sigurin

Jákup Ósá

Kurt Mørkøre og hinir vóru á veg móti einum stórsigri. Men so vendist alt á høvdið og í brotssparkskappingini mistu teir sigurin.

Líkindini vóru frálík, tá dómarin Jóhan Carl Dam bríkslaði dystin í gongd millum tvey blandað KÍ lið frá 1980 unum og 1990 unum . KÍ 2 setti beinanvegin beina kós móti einum stórsigri í góðveðrinum. Dagsins leikari, Kurt Mørkøre, vísti, hví hann hevur skorað flest mál í søguni hjá KÍ. Hann skoraði ikki færri enn 4 mál og legði upp til eitt annað, tá KÍ 2 fekk sær eina 6-1 leiðslu í hálvleikinum og seinni økti til 8-1. Men so kom ársins comeback við Djúpumýru. KÍ 1 byrjaði spakuliga at eta seg inná aftur og áðrenn ein visti av var spenningur komin í dystin aftur. Ove Nysted var sera eyðsýndur seinastu løtuna, og tá eydnaðist KÍ 1 at javna til 8-8. Í brotssparskappingini skoraðu teir flestu, men avgerandi brotssparkið fekk Oddbjørn Joensen. Hann var tryggur, og so vann KÍ 1 hóast liðið var aftanfyri 8-1 einu løtuna í seinna hálvleiki.

KÍ 1-KÍ 2 8-8 (1-6)

0-1: Kurt Mørkøre (upplegg: Kristian Andreasen)

1-1: Rógvi Jacobsen (upplegg: Karl Marius Poulsen)

1-2: Jóhann Lutzen (upplegg: Kurt Mørkøre)

1-3: Kurt Mørkøre (upplegg: Kristian Andreasen)

1-4: Jóhann Lutzen (upplegg: Finn Baldvinsson)

1-5: Kurt Mørkøre (upplegg: Harley Bertholdsen)

1-6: Jákup Mikkelsen (upplegg: Bent Tommy Linklett)

1-7: Fríðin Ziskason (upplegg: Kristian Andreasen)

1-8: Kurt Mørkøre

2-8: Karl Marius Poulsen (upplegg: Oddbjørn Joensen)

3-8: Stig Elttør Upplegg (Rógvi Jacobsen)

4-8: Oddbjørn Joensen (upplegg: Rógvi Jacobsen)

5-8: Allan Joensen

6-8: Ove Nysted (upplegg: Heine Hansen)

7-8: Ove Nysted (upplegg: Jan Joensen)

8-8: Rógvi Jacobsen (upplegg: Ove Nysted)

KÍ 1 vann uppá brotssparkskapping

9-8: Karl Marius Poulsen

9-8: Fríðin Ziskason brennur

10-8: Petur Hans Joensen

10-9: Jan Andreasen

10-9: Ove Nysted brennur

10-10: Jákup Mikkelsen

11-10: Rógvi Jacobsen

11-10: Kristian Andreasen

12-10: Oddbjørn Joensen

Liðini vóru áleið soleiðis mannaði:

KÍ I

Gunnar á Steig

John William Joensen

Jan Joensen

Allan Joensen

Sámal Eyðfinn

Heine Hansen

Lassin Isaksen

Stig Elttør

Karl Marius Poulsen

Oddbjørn Joensen

Rógvi Jacobsen

Ovi Nysted

Petur Hans Joensen

Jonhard Larsen

Jógvan Andrias Joensen

Jóannes Poulsen

KÍ II

Jógvan Linklett

Símun Pauli Sivertsen

Harley Bertholdsen

Jákup Mikkelsen

Jan Andreasen

Finn Baldvinsson

Jósvein Jacobsen

Trygvi H. Poulsen

Jóhann Lützen

Fríðin Ziskason

Markus Tummas Jacobsen

Kurt Mørkøre

Kristian Andreasen

Bent Tommy Linklett

Harleyfacadeacryl