Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin – mist á stokkinum

Ragnar Joensen, samfelagsfrøðingur

Fyrst í juli sendi tingformaðurin Páll á Reynatúgvu Løgtingið til hús við tí úrsliti at fiskivinnunýskipanin ikki varð avgreidd, áðrenn farið var í summarfrí. Flestu mundu halda at nú var rumblið um fiskivinnunýskipanina fullkomið. Summarfrítíðin hjá tinginum er nú um at vera runnin, og júst sum ró tóktist vera fallin á, og samgongan tóktist at hava fingið luft, brast eftir øllum at døma enn ein bumba í mánadagin 24. juli. Í tíðindunum í KVF kom fram, at fiskivinnunýskipanin ikki verður løgd fyri tingið, tá ið tingið verður sett á ólavsøku, tí at tað eftir øllum at døma ikki er full undirtøka fyri uppskotinum í samgonguni

Fyrst í juli sendi tingformaðurin Páll á Reynatúgvu Løgtingið til hús við tí úrsliti at fiskivinnunýskipanin ikki varð avgreidd, áðrenn farið var í summarfrí. Flestu mundu halda at nú var rumblið um fiskivinnunýskipanina fullkomið. Summarfrítíðin hjá tinginum er nú um at vera runnin, og júst sum ró tóktist vera fallin á, og samgongan tóktist at hava fingið luft, brast eftir øllum at døma enn ein bumba í mánadagin 24. juli. Í tíðindunum í KVF kom fram, at fiskivinnunýskipanin ikki verður løgd fyri tingið, tá ið tingið verður sett á ólavsøku, tí at tað eftir øllum at døma ikki er full undirtøka fyri uppskotinum í samgonguni

Hvat hevur hetta at siga fyri samgonguna og fyri landsstýrismannin í fiskivinnumálum? Og hvussu við nýskipanini?

Flestu mundu blíva kløkk, tá Páll á Reynatúgvu tíðliga í juli sendi tingið í summarfrí. Í so máta er onki galið við, at Løgtingsformaðurin sendi løgtingið í summarfrí. Tað ger hann á hvørjum ári, tó í flestu førum nakað fyrr um summarið. Í ár var eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí eitt ávíst mál lá í buktini.
Úrslitið var at tingmanningin fór til hús at halda summarfrí og nýskipanin fall burtur.

Ja, tað er óvanligt at stórmál sum hendan nýskipanin fella burtur á hendan hátt. Vanlig mannagongd í samgongum er at arbeiða sum ein bólkur, har limirnir eru við til at bera ígjøgnum teir málsetningar, sum samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum, og harnæst eisini at bera eina stjórn. Tá mál verða framløgd, ið hava sítt rótfesti í samgonguskjalinum, sum fiskivinnunýskipanin hevur í hesum føri, er tað vanlig mannagongd at málið verður borið ígjøgnum, um ikki ivamál eru um innihaldið í málinum. Eru ivamál, ella manglandi undirtøka, verður málið vanliga beint aftur í nevnd, tillagað við broytingaruppskoti/-um, ella tikið aftur.

Í hesum førinum hevur málsgongdin koyrt síðani tíðliga í árinum. Uppskotið hevur eftir framløgu verið til bæði hoyringar og nevndarviðgerðir, og klárt var at atkvøða, tá tingformaðurin tók málið av skrá og sendi Løgtingið í summarfrí. Tað sermerkta var, at tað ikki var uppskotstillarin, sum tók málið aftur. Heldur ikki var tað Løgtingið, sum beindi málið aftur í nevnd, men tingformaðurin, sum sleit tingfundin og sendi tinglimirnar í summarfrí, soleiðis at nýskipanaruppskotið varð av ongum.

Onkur hevur róð fram undir, at talan var um eitt innanhýsis stríð um formansskapin í Tjóðveldi, tá tingformaðurin tók landsstýrismannin og formannin í egnum flokki av ræði. Ilt er tó at síggja, at nakar formliga hevur bjóðað Høgna Hoydal av.

Orsøkin til, at fiskivinnunýskipanin liggur, sum hon ger, er konfliktlinjan millum útjaðaran og miðstaðarøkið, ið er vorðin alsamt meira sjónlig í vár og í summar. Ikki bara tá talan kemur um hvør fær og hvør missir við nýskipanini, men eisini tær umboðanarligu tvístøður sum koma, tá tinglimir úr ymsum økjum skulu røkja lokal áhugamál og samstundis fremja tey mál sum samgongan hevur sett sær fyri.

Vanliga verður tosað um tvey ymisk sløg av umboðan tá talan er um tinglimir: Verji og sendiboð, en. trustee og delegate. Ein verji er ein, sum hevur fingið álit frá teimum hann umboðar, til at taka avgerðir soleiðis, sum hann metir skilabest. Eitt verji er tí ein fríur agentur, ið einans er bundin av egnum morali og sannføring. Ein delegate er hinvegin at rokna sum eitt sendiboð, sum er boðberi fyri tey, hann umboðar.
Í Føroyum eigur tinglimur ikki at vera bundin av forskrift frá veljarum, men umvegis valið er verður hann í stóran mun stuðlaður og valdur lokalt, og er tí eisini trúgvur mótvegis lokalu áhugamálunum. Eftir Stýrisskipanarlógini er talan um eina umboðan, sum er grundað á tinglimir sum verjar, men tinglimir eru so ella so rótfestir lokalt, og hava ofta royndir innan kommunalpolitikk, áðrenn teir verða valdir inn í løgtingið.

Støðan gerst enn meira fløkt, tá flokkar og samgongur verða tiknir við í líkningina. Hvør flokkur hevur egna stevnuskrá og egin mál, ið hann ynskir at fremja. Men tað er ein treyt fyri at fáa ávirkan, at politisku flokkarnir mugu samstarva fyri at fremja síni mál, og mugu flokkar finna felags sjónarmið við sínum samstarvsflokkum í eini samgongu. Tað snýr seg í stuttum um at telja uppí seytjan. Hevur tú meirilutan í løgtinginum, hevur tú heimild til at taka avgerðir, og tá hevur tú atgongd til at skipa og bera eina stjórn.

Tá flokkar skipa samgongu, er tað samgonguskjalið, sum er avgerandi fyri, um mál verða rokkin og sostatt samtykt. Hóast tað í samgonguni er rímuliga breið semja um, hvørji mál skulu røkkast, í hesum føri nýskipanin av fiskivinnuni, vilja einstakir limir í samgonguni liggja í klemmu ímillum tað, sum teir sjálvir ynskja, tað, sum teirra lokaløki ynskir, tað, sum vinnan í teirra øki ynskir, tað, sum teirra flokkur ynskir, og tað, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Tað er júst í hesum, at eg meti, at fiskivinnunýskipanin strandar.

Sum tinglimur í andstøðu eru tað ikki sterk krøv til hvat ein skal atkvøða, men er talan um ein samgongutinglim, kann hann lættliga koma í klemmu millum tað hann kundi hugsað sær at atkvøtt, t.d. fyri at tæna teimum lokalu áhugamálunum, og tað hann í stóran mun verður kravdur eftir at atkvøða í eini samgongu. Um tinglimur metir, at eitt uppskot hevur við sær, at hansara øki, ella hansara veljarar, eru fyri missi, um uppskotið verður samtykt, ella at hann sjálvur missir atkvøður, vil hann vil hann ikki vera so fúsur at atkvøða saman við restini av samgonguni. Tí er eisini rímiliga lætt at gita, hvørjir tinglimir í samgonguni liggja í buktini, tá talan er um fiskivinnunýskipanina.

Ført hevur eisini verið fram, at samgongan er í vanda fyri at slitna, ella at Javnaðarflokkurin vil gera eina aðra avtalu um nýskipan saman við Sambandsflokkinum. Hetta eru fyri tað mesta gitingar enn. Hinvegin verður ofta sagt, at sjáldan stendst roykur av ongari grind. Í hesum sambandi er vert at nevna, at Sambandsflokkurin ætlar at leggja sítt uppskot um nýskipan fram aftur. Tá ein so hevur í huga, at Sambandsflokkurin sjálvur metti, at um 90% av teirra uppskoti var sambærligt við samgonguuppskotið, er tað knappliga ikki so ósannlíkt, at onnur loysn verður funnin við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum á odda.

Ein eigur ikki at gloyma at løgtingið hevur negativa parlamentarismu, ið hevur við sær, at ein samgonga ikki má fáa ein meiriluta ímóti sær. Hevur ein samgonga bert lítlan meiriluta, sum CEF + Sonja Jógvansdóttir hevur, verður varðveitslan av meirilutanum í løgtinginum at rokna sum ein røð av kabinettspurningum, har tað nærmast er altavgerandi fyri samgonguna, at samgongulimir atkvøða eins, tá teir greiða sína atkvøðu. Gera teir ikki tað, t.d. við ikki at stuðla einum samgongumáli, so er samgongan í vanda. Hinvegin, um samgongan stendur saman, og ongin arbeiðir ímóti samgonguni við atkvøðugreiðslu, so vil samgongan síggja sterk út. Í so máta heldur skipanin skil á sær sjálvari.

Havandi í huga, at løgtingsformaðurin bjargaði samgonguni fyri nøkrum vikum síðan við at senda tingið í summarfrí, og at fiskivinnunýskipanin ikki verður løgd fram nú, tá tingið verður sett á ólavsøku, má gangast út frá, at talan ikki er um nakra semju í samgonguni. Var semja í samgonguni, vildi uppskotið verðið avgreitt áðrenn summarfrítíðina. Um semja var funnin, nú tingið hevur verið í summarfrí, hevði tað verið lagt fram beinanvegin tingið er sett.

Tíðin rennur nú undan samgonguni, og um ikki samgongan fær málið framlagt og samtykt stutt eftir ólavsøku, er vandi fyri at renna seg í enn eina tíðarneyð, tá fíggjarlógin skal til viðgerðar, og tá er lítið sannlíkt at ein nýggj fiskivinnuskipan kemur 1. januar. Verður tað ikki fyri 1. januar 2018, er helst mest sannlíkt, at verandi skipan rullar eitt ár afturát, og tá byrjar at nærkast valári, so tá verður neyvan nøkur nýskipan. Um samgongan ikki megnar at finna eina semju um nýskipanina, er spurningurin, um samgongan er yvirhøvur er lívfør.