Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16. umfar: Ársins størsta áskoðarafjøld í Gundadali leygardagin

Jákup Ósá

Metingar: Tað verður helst ársins størsta áskoðarafjøld higartil í ár, sum verður í Gundadali leygardagin, tá gamli klassikarin í føroyskum fótbólti er á skránni. Hóast HB í løtuni ikki er partur av oddastríðnum, so er lagt upp til ein spennandi dyst undir óvanliga góðum kørmum,  hvat mongum áskoðarum viðvíkur. HB-KÍ er uttan iva størsti dysturin hetta umfarið.

Niðanfyri verður mett um 15. umfar í Effodeildini, sum verður leikt hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygardagin.

Skála-EB/Streymur

Ein dystur millum tvey lið, sum í løtuni eru rímiliga trygg viðvíkjandi niðurflyting, men har nøkur vánalig úrslit á rað beinanvegin kunnu senda liðið í niðurflytingarstríðið. Vinnarin her eigur tó at vera næstan bjargaður. Tí við 19-20 stigum skulu bara kanska 5-6 stig til seinastu 11 umførini fyri at halda sær í deildini. Skála vann dystin millum hesi bæði liðini á heimavølli fyrr í ár við máli í síðstu løtu. Skála byrjaði illa eftir summarsteðgin í fjør og eisini í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin í ár tapti liðið. Men tað var á útivølli móti B36, so spurningurin er, hvussu nógv vit skulu leggja í tað. EB/Streymur vann fyri aðru ferð í ár móti HB, og tað eru 6 kærkomin og kanska eitt sindur óvæntað stig. At Arnbjørn T. Hansen var førur fyri at spæla síðstu løtuna av dystinum var gott fyri EB/Streym, tí megnar hann tað framyvir, so kann hann skora fleiri týðandi mál. Skála er á heimavølli lítil favorittur, men javnleikur er eisini upplagdur. Tipping: 1 (2-1)

B36-07 Vestur

B36 tók sunnudagin eitt stórt fet móti luttøku í Europa næsta ár, um nú steypafinalan ikki verður vunnin. Meistaravónin hjá B36 livir eisini enn, men har skal liðið vinna kanska hvønn dyst eftir summarsteðgin. Hjá 07 Vestur sær ikki gott út. Nú blivu 5 stig upp til næsta liðið og í mun til EB/Streym og Skála, so megnar 07 Vestur næstan ongantíð at fáa stig móti topp 5 liðunum. Eftir hendan dystin skal 07 Vestur møta Skála og EB/Streymi, og tá verður næstan eitt krav, at vinna báðar. Tað er ikki ein optimal støða. At 07 Vestur tapir 7-0 móti NSÍ sigur okkum, at liðið er í vánaligum standi í løtuni. Eitt so stórt tap hevur sjáldan góða ávirkan á eitt botnlið. Fær B36 sítt spæl at koyra, so kann tað skjótt blíva ein stórsigur. Tipping: 1 (4-0)

ÍF-NSÍ

ÍF hevur framvegis beina kós móti 1.deild. Avrikið í Sarpugerði í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin var vánaligt. Hóast Víkingur ikki spældi uppá alla sína orku, so vann oddaliðið lættliga 4-0. Hjá ÍF fingu tveir leikarar eisini leikbann, Pedro Anton og Bogi R. Petersen, meðan Einar Tróndargjógv fekk leikbann hjá NSÍ. Seinastu 2-3 árini hevur NSÍ altíð vunnið á ÍF og ofta við stórsigrum. Soleiðis sum ÍF sá út móti Víkingi, samstundis sum NSÍ vann ársins størsta sigur í landskappingini, so ber illa til at vænta annað enn ein tryggan sigur til NSÍ. Spurningurin er mest, hvussu stórur hann verður. Í besta føri fyri ÍF endar tað við tveimum-trimum málum á muni, men kemur NSÍ ordiliga í gongd og blívur við at koyra á fyri at fáa fleiri mál, so kunnu vit tosa um væl størri sigur. Hesin dysturin hevur góðan møguleika fyri einari sannari málveitslu. Tipping: 2 (0-3)

TB/FC Suðuroy/Royn-Víkingur

TB/FC Suðuroy/Royn var eitt vónbrot í Klaksvík. KÍ skoraði fýra mál og hevði risa møguleikar til tað tvífalda. Suðuroyingar skaptu fleiri møguleikar, men sum heild var greiður munur á liðunum næstan allan dystin. Tað sigur kanska, at steðgurin hevur havt eina keðiliga ávirkan á suðuroyingar, tí liðið plagar at geva øllum dygga mótstøðu. Eitt er vist, at stramma suðuroyingar ikki upp í verjupartinum, so vera teir revsaðir hendan dystin, helst enn meir enn síðsta dyst, tí Víkingur hevur í ár verið munandi betri enn KÍ í álopspartinum til at skjóta mál. Víkingur var sannførandi móti ÍF, hóast væl sást, at Champions League dysturin nakrar dagar frammanundan gjørdi, at liðið kundi ikki leggja so øgiliga nógv fyri. Hjá TB/FC Suðuroy/Royn hevur Teitur Olsen leikbann. Víkingur plagar at hava gott tak á suðuroyingum og tykist væl fyri í løtuni, so tað endar við einum útisigri, hóast tað altíð er trupult at spæla í Suðuroynni, har heimaliðið tó á einum heilt góðum degi kanska kann taka eitt stig. Tipping: 2 (0-2)

HB-KÍ

Leygardagin verður størsti dysturin hetta umfarið, tá gamli klassikarin verður á ólavsøku. Helst vera fleiri túsund áskoðarar til hendan dystin, og vit kunnu skrúva vónirnar upp til hendan dystin. Spurningurin er so, hvør trívist best undir slíkum kørmum. HB er á heimavølli og skal vaska eitt tap av sær, so vit kunnu vænta eitt sera uppsett HB lið. HB hevur vanliga gott tak á KÍ á heimavølli, men í fjør vann KÍ uppiborið í Gundadali, og so er spurningurin, um rákið er við at venda. KÍ skal eisini hava fulla úrtøku, tí toppstríðið er spennandi, har hvørt stig telur. KÍ sær út til at vera í sterkari leikligari útgávu eftir summarsteðgin, hóast grundarlagið er tunt við einum venjingardysti og einum heimadysti. Álopsleikararnir Páll A. Klettskarð, Albert Adu og Jóannes Bjartalíð vóru allir við í málum sunnudagin. HB hevur fingið góð ella brúkilig úrslit á heimavølli, har tað m.a. hevur eydnast at fingið stig móti Víkingi. Tað er bara Skála, sum hevur vunnið í Gundadali, og tann dystin skuldi HB vunnið útfrá dystargongdini. Hóast 14 stig skilja liðini á stigatalvuni, so er hesin dysturin nógv meira opin enn stigatalvan sigur, óansæð um HB profilurin Aleksandar Stankov fær sítt arbeiðsloyvið uppá pláss ella ikki. KÍ er betra liðið og lítil favorittur, sum bæði stigatalvan og innanhýsis dystir seinasta árið vísa, men rakar KÍ ikki sítt besta støðið, so hevur svanga HB liðið møguleikan at fáa minst eitt stig. Helst ein javnur og spennandi dystur, sum kann blíva rættiliga taktiskur, men eisini kann blíva væl spældur, tí bæði liðini kunnu spæla væl. Tipping: 2 (1-2)