Meting um ólavsøkuróðurin: – Tey flestu vænta, at Ormurin Langi vinnur, men eg vænti, at tað verður øgiliga tætt millum teir fremstu, tí Klaksvíkingur róði alt ov seigan í mótvindinum seinast.
Meting um ólavsøkuróðurin: Martin Venned fylgir væl við kappingini hjá 10-mannaførunum og hann væntar, at Klaksvíkingur fer at reisa seg á ólavsøku.
Martin Venned hevur róð í fleiri ár við Klaksvíkingi. M.a. saman við fleiri, sum nú sita umborð á Orminum Langa. Harafturat fylgir hann væl við gongdini í ár, og tí hava vit sett honum spurningar undan róðrinum á ólavsøku. Spenningurin er stórur, tí FM kappingin er ikki avgjørd. Klaksvíkingur liggur á odda við 39 stigum, meðan Ormurin Langi hevur 36 stig. Tað merkir, at Klaksvíkingur ikki skal enda aftanfyri nummar 3 fyri at vinna FM.
Feilurin hjá Klaksvíkingi seinast
Ein kann siga, at hjá Klaksvíkingi hevur pílurin peikað niðureftir seinastu tíðina. Eftir fýra sigrar, so kom eitt 2. pláss og seinast endaði Klaksvíkingur á 3. plássi.
– Klaksvíkingur róði ov seigan róður seinastu stevnu, og tá tað er mótvindur, so gongur tað ikki. Helst ikki hjá 10-mannaførunum, tí so blívur tú revsaður beinanvegin, og tað blivu teir eisini. Eg helt, at hann kláraði seg rímiliga væl alíkaval. So fær hann tempoið upp, so vænti eg, at Klaksvíkingur vinnur í morgin. Men hann skal eitt gir upp, og tað mugu teir eisini, sigur Martin Venned við Norðlýsið.
Flestu vænta Ormurin vinnur – Martin trýr uppá Klaksvíking
Martin Venned sigur, at tey flestu vænta nokk ein sigur til Ormin Langa, men sjálvur trýr hann uppá, at Klaksvíkingur hevur møguleikan.
– Tey flestu vænta nokk, at Ormurin Langi fer at vinna. Men eg vænti, at tað verður øgiliga tætt millum teir tríggjar, Ormin Langa, Drekan Reyða og Klaksvíking. Fólkið umborð á Orminum Langa dugir øgiliga væl ólavsøkumálið. Eg vænti, at tað verður javnt inná Molan, og so verur tað avgjørt har. Eg rokni við, at eir umborð á Klaksvíkingi eru øgiliga tendraðir í morgin og fara at gera alt fyri at vinna. Tað fer at standa millum Ormin Langa og Klaksvíking, og tá tú biður meg velja, so má eg siga Klaksvíking, sigur Martin Venned.
Drekin Reyði er tað mest óvæntaða
Fyri Martin Venned hevur kappingin verið áleið sum væntað, har tó eini báturin hevur verið betri við enn væntað frammanundan.
– Stigatalvan er áleið, sum eg væntaði áðrenn. Ormurin Langi er blivin betri og betri. Teir orka betri, og tað høvdu tey flestu eisini væntað. Men hann er kanska ikki so góður, sum eg hevði væntað, at hann fór at blíva. Klaksvíkingur er kanska dovnaður nakað ella staðið í stað, meðan Drekin Reyði eisini hevur tikið seg fram. Klaksvíkingur var so góður frá byrjan, og tá er tað ringt at blíva betri. Drekin Reyði er posetiva yvirraskilsi í ár. Har er ungt fólk og fleiri nýggir mans, ið ikki hava róð fyrr. Eg haldi, at Petur Heðin á Fløtti hevur hjálpt teimum við venjing. Teir hava í øllum førum rakt okkurt rætt, tí teir rógva øgiliga væl, sigur Martin.
FM hevur alt at siga
Tað er ikki ósannlíkt, at Klaksvíkingur vinnur FM, hóast báturin ikki vinnur á ólavsøku. Men tað kann eisini henda, at Klaksvíkingur missir FM. Tað hendir, um hann endar aftast av teimum fýra bátunum, sum hava luttikið alt kappingarárið. Havnarbáturin, sum nú rør á heimasjógvi, hevur enda aftast hvørjaferð, men fleiri ferðir hevur hann ikki verið langt aftanfyri hinar. Martin trýr ikki uppá møguleikan, at Klaksvíkingur endar aftast og missir FM. Hann heldur, at megnar Klaksvíkingur at vinna FM, so hevur tað størsta týdningin.
– Tað er sjálvandi keðiligt á degnum á ólavsøku, um ein ikki vinnur róðurin. Men tað er eingin ivi um, at FM hevur alt at siga. Um nøkur ár spyr eingin eftir, hvør vann á ólavsøku í 2017, men heldur hvør vann FM í 2017. Men tað er altíð keðiligt at tapa á ólavsøku og blíva FM vinnari. Eg trúgvi ikki uppá at tað kann henda, at Klaksvíkingur endar aftast. Havnarbáturin var tvær bátslongdir aftanfyri seinast, og tað er ov nógv á 1000 metrum til at innheinta, sigur Martin Venned við Norðlýsið.




