Fiskiveiðieftirlitið søkir eftir einum fulltrúa. Starvið verður at seta 1. september 2017 ella eftir nærri avtalu.
Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Vørn sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Á Vørn/Fiskiveiðieftirlitinum arbeiða í løtuni 52 fólk, harav eru 35 við skipunum Brimli og Tjaldrinum.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Luttaka í dagliga eftirlitinum við føroyskum fiskiskapi á fjarleiðum og málsviðgerð í hesum sambandi.
- Luttaka í dagliga eftirlitinum við føroyskum og útlendskum fiskiskapi í føroyskum sjógvi og málsviðgerð í hesum sambandi.
- Dagligu ábyrgdina av VMS og ERS eftirlits- og fráboðanarskipanunum.
- Luttaka í fyrireiking av føroyska eftirlitinum í NEAFC- og NAFO skipanarøkjum.
- Luttaka í fiskiveiðisamráðingum og á fundum við onnur lond og eftirlitsfelagsskapir.
Førleikakrøv:
- Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
- Kunna arbeiða sjálvstøðugt.
- Hava góð samstarvsevnir.
- Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur.
Setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er fulltrúi og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum, skal sendast til Vørn, Yviri við Strond 3, Postsmoga 1238, 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 7. august 2017 klokkan 12.00.
Tað ber eisini til at senda umsóknina og fylgiskjøl í pdf-sniði við telduposti til journal@vorn.fo
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við deildarstjóran á Fiskiveiðieftirlitinum Jóhan Simonsen, ella við teldupost til johans@vorn.fo. Lýsingin er eisini at finna á heimasíðuni: www.vorn.fo




