Fyri okkum er tað týdningarmiklari at vinna ólavsøku enn at vinna FM. Vit hava ikki roynt annað enn at vunnið á ólavsøku, so hana eiga vit, segði bátsformaðurin á Klaksvíkingi, Magnus Michalsen eftir róðurin á ólavsøku.
Vit spurdu Magnus Michalsen um spennandi róðurin á ólavsøku, sum Klaksvíkingur vann í harðari kapping við Ormin Langa, sum annar hevur vunnið tær báðar seinastu stevnurnar.
– Kenslan er sera góð. Vit hava verið nervøsir seinastu vikurnar, tí vit væntaðu at vinna á Vestanstevnu, har vit blivu nummar trý. Tað tók hart uppá okkum. Vit gjørdu nakrar broytingar m.a. við at fáa nýggjan róðursmann, og tær broytingarnar hava virkað. Annars hava vit vant hart og gott og vant teknikk. Í dag vóru aldur úti á, og vit lagaðu róðurin eftir tí. Vit gjørdu ikki sum á Skála, tá aldur eisini vóru. Tá róðu vit eftir einari ætlan, men nú tillagaðu vit róðurin eftir veðrinum. Fyrstu 500 metrarnar róðu vit týtt, tí alda var. Vit umborð hjá okkum siga altíð, at tað er nummar 1 at vinna ólavsøkuróðurin, og so er tað nummar 2 at vinna FM. Teir flestu umborð hava róð tríggjar ferðir á ólavsøku, summir tvær ferðir (við Fípuni Føgru, Páll Fanga og Nevinum Reyða) og vit hava altíð vunnið á ólavsøku. Vit eiga ólavsøkuna og fara altíð at eiga hana, segði ein glaður Magnus Michalsen við Norðlýsið eftir róðurin.
Róðurin hjá 10-mannaførum kann síggjast HER




