KÍ mátti klára seg uttan verjuleikaran
KÍ mátti klára seg uttan verjuleikaran Ahmed Mujdragic á ólavsøku.
Í síðstu venjingini uppundir dystin kom Ahmed Mujdragic í ein nærdyst sum endaði við, at hann var óheppin og breyt nøsina. Tað gjørdi, at hann ikki kundi spæla móti HB á ólavsøku. Tað er óvist, um hann má sita uttanfyri í nakrar dystir ella um hann kann spæla við t.d. masku, sum vit hava sæð fleiri leikarar gjørt.
Komandi dystur hjá KÍ er sunnudagin við Margáir móti EB/Streymi.




