1.deild hjá KÍ vann stórsigur á NSÍ og skal leygardagin spæla toppdyst á Argjum móti AB, har vinnarin tekur oddasessin.
Kanska heldur óvæntað vann KÍ stórsigur á NSÍ í toppdystinum í 1.deild mánakvøldið. Talan var um eitt slag av toppdysti, har KÍ liggur nummar 2 í deildini, og har NSÍ við sigri kundi leggja seg á 3. pláss. Bæði liðini vóru væl mannað. Hjá KÍ spældu m.a. Ólavur Niclassen, Jóhan W. Høgnesen, Steinbjørn Olsen, Jóannes Danielsen, Heðin Klakstein og Aksel B. Danielsen. Meðan NSÍ spældi við m.a. Haraldi Højgaard, Andri Benjaminsen, Mourits Heini Mortensen, Petur Knudsen, Jonleif Højgaard og Christian Høgna Jacobsen.
KÍ legði hart út og var effektivt, tá møguleikarnir komu í fyrra hálvleiki. Longu eftir 17 minuttum var 3-0 og hálvleiksstøðan var 4-0. Í seinna hálvleiki komu tvey mál afturat til KÍ seinasta korterið. KÍ vann sostatt 6-0, har okkurt av málunum var heilt gott gjøgnumspælt. NSÍ hevði fleiri stórar møguleikar í dystinum, har KÍ málverjin Kristin Vilhelmsen hevði onkra stórbjarging, og tí var 6-0 kanska ikki úrslitið, sum lýsti dystin heilt rætt, hóast KÍ eisini brendi fleiri møguleikar. Talan var um ein fínan dyst við nógvum góðum álopum frá báðum liðum. Tað var tó eingin ivi um, at KÍ var betra liðið og hevði sigurin uppibornan, hóast hann kanska var ov stórur í mun til dystargongdina.
Úrslitini hjá KÍ hava verið góð í ár, tí liðið liggur á 2. plássi við 36 stigum, bara eitt stig aftanfyri AB. Og leygardagin møtast júst AB og KÍ í toppdysti á Argjum.
KÍ-NSÍ 6-0 (4-0)
1-0: Aksel B. Danielsen
2-0: Aksel B. Danielsen
3-0: Sjálvmál
4-0: Heðin Klakstein
5-0: Steinbjørn Olsen
6-0: Aksel B. Danielsen




