27. juli var sum vant Ólavsøkudagsrenning á skránni, og hetta hóskvøldið var veðrið av tí allarbesta við stilli og sól. Tað vóru ikki eins nógvir rennarar tilmeldaðir, sum vanligt, men ein rúgva av tilmeldingum á staðnum gjørdi at luttakaratalið var so nøkulunda. Talið av børnum í yngru flokkunum var heilt stórt.
Hjá monnunum gjørdist talan um kapping millum Julian Gregersen og Andrias Hansen. Á øðrum umfari fekk Julian hol, og sá út til at avgera tíðliga. Andrias treiskaðist tó, og Julian slapp ongantíð langt undan. Heldur var tað Andrias, sum hevði hug at minka viðhvørt, so spenningurin var varvðeittur til heilt móti endanum. Heilt spennandi bleiv tó ikki, og Julian vann aðru Ólavsøkurenning á rað.
Julian Gregersen fór tíðliga undan, men mátti arbeiða hart fyri at Andrias Hansen ikki fangaði hann aftur (mynd: Bragdið/Absalon Hansen)
- 16.48 Julian Gregersen, Treysti
- 16.53 Andrias Hansen, Bragdið
- 17.15 Eirikur Hansen, Bragdið
- 17.17 Henry Olsen, Bragdið (nr. 1 veteranar)
- 17.49 Martin Gravesen, Bragdið (nr. 2 veteranar)
- 18.13 Gunnar Sivertsen, Treysti
- 18.37 Sam Vang, Bragdið (nr. 3 veteranar)
- 18.39 Regin Mittún, Bragdið
- 18.43 Uni Svabo Joensen, Frælsi
- 18.45 Jónálvur Johannesen,
Eirikur Hansen og Henry Olsen høvdu eina sera spennandi kapping um triðja plássið. Tað gjørdist Eirikur, sum tók bronsuna (mynd: Bragdið/Absalon)
Hóast Rebekka Fuglø var favorittur at vinna kvinnukappingina, var sjálvandi spennandi at síggja, hvat tveir fyrrverandi stórrennarar megnaðu, eftir at tær hava verið burturi nøkur ár. Bæði Valborg Heinesen og Joan Bláfoss, sum báðar áður lættliga hava runnið 5 km undir 18 minuttir, hava verið burturi frá renningini vegna barsil.
Sum ein rættur gentlemaður fór Sam Vang til síðis, so Rebekka Fuglø fekk alt tað plássið, sum ein sigursharri skal hava (mynd: Bragdið/Absalon)
Tað var tó unga Oddvør Josephsen, sum pressaði Rebekku mest fyrstu kilometrarnar. Men sum tíðin gekk, sást at Joan Bláfoss helst hevði timað sína renning betur, og spakuliga kom hon fram á og fram um Oddvør. Eisini Valborg sá út til at hava timað renningina væl, og nærkaðis alsamt Oddvør, sum tó akkurát megnaði at halda Valborg á fjórðaplássinum.
- 18.36 Rebekka Fuglø, Treysti
- 19.18 Joan Bláfoss
- 19.47 Oddvør Josephsen, Treysti
- 19.51 Valborg Heinesen, Bragdið
- 20.42 Beinta Hoydal, Bragdið (nr. 1 veteranar)
- 20.55 Hergerð Heldarskarð, Bragdið (nr. 2 veteranar)
- 21.54 Ann-Mari av Skarði, Bragdið
- 23.47 Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið
- 23.52 Marita Hansen, Bragdið
- 24.59 Heidi Jógvansdóttir, Bragdið
Joan og Valborg eru nú á veg í form aftur, og sera spennandi verður at síggja, um tær aftur fara at røkka tí nær støðinum, tær høvdu áður.
Eyðkendi stríðsviljin hjá Joan og eyðkenda smílið hjá Valborg. Nr. 2 og 4 blivu hesar mammurnar í dag, men har er nógv meira í væntu frá teimum báðum (myndir: Bragdið/Absalon)
Superveternar
1. 19.53 Jens Weihe, Frælsi
2. 22.47 Regin Mortensen, Hørsholm Rungsted Løbeklub
3. 24.11 Robert Vilhelmsen, Bragdið
Øll úrslitini síggjast áhesislóðini.









